Munurin millum rættingarnar hjá "Florida"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.3) (bottur broytur: br:Florida (Stad)
HerculeBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur broytur: br:Florida
Linja 95: Linja 95:
[[bo:ཧྥོ་ལོ་རི་ཌ།]]
[[bo:ཧྥོ་ལོ་རི་ཌ།]]
[[bpy:ফ্লোরিডা]]
[[bpy:ফ্লোরিডা]]
[[br:Florida (Stad)]]
[[br:Florida]]
[[bs:Florida]]
[[bs:Florida]]
[[ca:Florida]]
[[ca:Florida]]

Endurskoðan frá 14. jul 2012 kl. 14:44

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Tallahassee
Størsta býur: Jacksonville
Innlima: 3. mars 1845
Guvernørur: Rick Scott (R)
Vídd: 170,304 km²
Íbúgvar (2011): 18 801 310
fyri km²: 117.3/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5/-4
Heimasíða: www.myflorida.com

Florida er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við 18 801 310 íbúgvar (2011). Høvuðsstaðurin er Tallahasee. Størsti býur er Jacksonville, síðan er tað Miami. Í norðri hevur Florida mark við Georgia og Alabama. Í eystri er Atlantshavið og í vestri Meksikoflógva. Eyknevni hansara er Sólskinstaturin (enskt: The Sunshine State).

Á einum nesi har, sum nú nevnist Cape Canaveral (fyrr Cape Cape Kennedy), er tann gitna rakettstøðin, sum rúmdarfør verða skotin upp frá. Hátøkniliga eru fá lond fremri enn Florida, serliga í rúmdarkanningum.

Landafrøði

Florida er ein fløta, øll sum hon er. Har er ovurheitt. Í støðum eru stórar mýrar, sum kunnu vera avvaksnar við tættum skógi. Av tí at so stórur munur er á veðurlagnum norðuri í USA og í Florida, kemur nógv fólk norðaneftir hagar at ferðast um veturin. Tey halda tá til úti við strondina og stuttleika sær við at svimja í tí flógva sjónum. Suðuri á Florida út móti Atlantshavi er sandstrond, og heitt og turt er veðurlagið; har er tí eitt útvalt baðipláss, og tað nógva frítíðarfólkið, sum leitar hagar, hevur gjørt, at býurin Miami er ógvuliga skjótt vaksin hesi seinastu árini.

Mýrlendi

Stívur fimtingur av Florida er mýrlendi. Her er tjóðargarðurin Everglades, har mong sjáldsom dýr halda til, til dømis floridapantarin og manatein, sum er eitt sjóneytaslag. Amerikanski alligatorurin livir eisini í mýrunum í Florida. Hann kann gerast upp ímóti 3,6 m langur. Í Florida er tað ólógligt at ala aligatorar í sínum egna heimi.

Meginparturin av Everglades er í vanda fyri at hvørva, tí at mýrarnar verða skornar upp og veittar at nýta til byggilendi og landbúnaðarjørð. Í 1994 játtaðu myndugleikarnir í Florida at bjarga mýrunum, ið eftir eru, og at gera aðrar mýrar.

Búskapur

Ferðavinna

Ferðafólkavinnan hevur stóran týdning í Florida. Fort Lauderdale, Orlando, Miami, Florida Keys og Pensacola eru viðgitnir ferðafólkastaðir [1].

Landbúnaður

Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva. Fruktir sum appilsinir, sitrónir og aðrar fruktir vaksa væl í Florida.

Keldur

  1. http://wikitravel.org/en/Florida

Myndir

Sí eisini

 USA

Fyrimynd:Link FA