Munurin millum rættingarnar hjá "Muhammed"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
AvocatoBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: map-bms:Nabi Muhammad
s r2.7.2) (bottur strikar: map-bms:Nabi Muhammad
Linja 99: Linja 99:
[[lt:Mahometas]]
[[lt:Mahometas]]
[[lv:Muhameds]]
[[lv:Muhameds]]
[[map-bms:Nabi Muhammad]]
[[mhr:Мохаммад]]
[[mhr:Мохаммад]]
[[mk:Мухамед]]
[[mk:Мухамед]]

Endurskoðan frá 9. apr 2012 kl. 12:45

Muhammad ibn ‘Abdullāh (eisini stava Muhammed ella Mohammed) (uml. 570/571 Mekka8. juni 632) er tann mest týðandi profeturin í Islam.

Bakgrund

Í umleið ár 500 e.Kr. ár var tað øgiligur ófriður í Evropa, fólk gjørdu innrás í Rómverjaríkið, og tað fór so spakuliga í sundur. Meðan alt hetta hendi runt í Evropa, var alt sera friðaligt í Arabianesi, sum er nesið, har Saudiarabia, Katar, Sameindu Emirríkini, Oman og Jemen liggja. Handilsbýurin Mekka í Saudiarabia hevði stóran týdning fyri fólkið á Arabianesinum. Býurin var tó ikki so nógv at reypa av. Tey ríku útnyttaðu tey fátøku, kvinnur og børn vóru sera illa viðfarin, átrúnaðurin í býnum hevði eiheldur so stóra ávirkan á fólkið, og tey bóðu bara til nógvar ymiskar gudar.

Í ár 570 e. Kr. varð Muhammed føddur í Mekka. Longu sum 6 ára gamal misti hann bæði foreldrini og mátti tí liva ógvuliga fátæksliga í býnum. Muhammed var altíð eitt sindur ørkymlaður um korini í býnum og helt eisini, at tað var skeivt, at fólk bóðu til allar hesar smágudarnar. Ein dagin kom eingilin Gabriel fram fyri Muhammed. Muhammed segði fólkinum í Mekka frá hesum, og at tann einasti eini gudurin var Allah, og at tað var hann, tey øll skuldu biðja til. Muhammed kom við átrúnaðinum islam.

Tekningar

Islamska trúgvin forbjóðar myndum av Muhammed, og tað vóru tekningar av profetinum í Jyllands Postinum sum í 2006 høvdu við sær ógvislig mótmæli móti Danmark. Kurt Westergaard teknaði eina mynd av Muhammed sum ein terrorist við eini bumbu á høvdinum, og tað hevur fingið allan muslimska heimin upp at koyra. Morðroynd hevur eisini verið framd ímóti teknaranum, og Danmark hevur verið fyri yvirgangi.

Fólk vóru eisini í øðini um, at ein bólkur á Facebook hevur mælt fólki til at tekna profetin Muhammed. Amerikanska flaggið bleiv m.a. brent í Pakistan.