Munurin millum rættingarnar hjá "Roman Polanski"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
SieBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: az:Roman Polanski
ArthurBot (kjak | íkøst)
Linja 36: Linja 36:
[[lt:Roman Polański]]
[[lt:Roman Polański]]
[[lv:Romāns Polaņskis]]
[[lv:Romāns Polaņskis]]
[[ml:റൊമാൻ പൊളാൻസ്കി]]
[[ml:റൊമാന്‍ പൊളാന്‍സ്കി]]
[[mr:रोमान पोलान्स्की]]
[[mr:रोमान पोलान्स्की]]
[[nl:Roman Polański]]
[[nl:Roman Polański]]

Endurskoðan frá 8. feb 2010 kl. 04:55

Mynd:PolanskiIFFKV.jpg
Roman Polanski í 2005.

Roman Raymond Polanski (f. 18. august 1933 í Austin, USA) er kendur fyri at hava leikstjórnað filmar sum Rosemary's Baby, Chinatown og The Pianist. Eisini bleiv Polanski nógv umtalað í 1969, tá kona hansara Sharon Tate, sum var við barn, og fýra vinfólk hjá teimum vórðu myrd av Manson Familjuni í heiminum hjá Polanski.

76 ára gamli polsk-franski leikstjórin bleiv handtikin í 2009. Hann var júst komin til Sveis, har hann skuldi taka ímóti einum heiðursprísi fyri sítt lívsverk sum leikstjóri á Zurich Film Festival. Síðan 1978 hevur Polanski flýtt undan amerikonsku myndugleikunum eftir at verða ákærdur fyri at hava drøggað og havt samlegu við einari 13 ára gamlari gentu til eina veistlu hjá Jack Nicholson í Hollywood, Kalifornia.

Polanski játtaði seg sekan í at hava havt samlegu við gentuni, men rýmdi úr USA til París, áðrenn dómur fall í málinum. Síðani hevur Polanski av ótta fyri einari møguligari handtøku aldrin verið í londum, ið hava útleveringsavtalur við USA.