Selena

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Selena
Fødd(ur) Selena Quintanilla
(1971-04-16)apríl 16, 1971
Lake Jackson, Texas, USA
Andaðist mars 31, 1995(1995-03-31) (aldur 23)
Corpus Christi, Texas, U.S.
Deyðsorsøk
Gunshot wound
Hvíldarstaður
Seaside Memorial Park
Corpus Christi, Texas
Minnisvarðar Mirador de la Flor
Onnur nøvn Selena Quintanilla-Pérez
Starv
  • Singer
  • songwriter
  • actress
  • spokesperson
  • fashion designer
Virkin ár 1982 (1982)–1995 (1995)
Hjúnafelagi(ar) Chris Pérez (g. 199295) (deyði hennara)
Foreldur
Skyldfólk Suzette Quintanilla (sistir), A.B. Quintanilla III (bróðir)
Virðislønir Grammy, Billboard Latin Music Award vm.
Tónleikayrkisleið
Sjangrur
Plátufeløg
Luttøka við øðrum
Undirskrift Selena Quintanilla Logo.png
Heimasíða
selenaqradio.com

Selena Quintanilla-Pérez (kend sum Selena), fødd 16. apríl 1971, deyð 31. mars 1995, var ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og tónasmiður. Við fjúrtan topp-tíggju plaseringum og sjey nummar-eitt løg á staklaglistanum Hot Latin Songs fekk hon titlarnir "Top Latin artist of the '90s" og "Best Selling Latin Artist of the Decade" av Billboard. Sangir hennara "Amor Prohibido" og "No Me Queda Más" gjørdist tey mest væleydnaðu stakløgini á tí latínamerikanska tónleikamarknaðinum árini 1994 og 1995. Hon fekk heitið "The Queen of Tejano Music" og verður nevnd sum ein meksikonsk tilsvarandi Madonnu. Selena gav út sítt fyrsta studioalbum, Selena y Los Dinos, sum tólv ára gomul. Í 1987 vann hon eina Tejano Music Award í bólkinum "Female Vocalist of the Year" og fekk síðan ein plátusáttmála við EMI. Framgongdin og popularitetur øktist í 1990-árunum, serliga í spanskttalandi londum. Í 1995 innspældi hon tónleik á enskum og fyrireikaði eitt gjøgnumbrot í tí enskmælta heiminum.

Tann 31. mars 1995 varð Selena myrð, 23-ára gomul, av Yolanda Saldívar sum fyrr hevði havt høvuðsábyrgdina fyri fanklubba hennara. Tvær vikur seinni, hin 12. apríl 1995, útnevndi guvernørurin í Texas, George W. Bush, føðingardag hennara til "Selena Day" í Texas. Í 1997 spældi Jennifer Lopez Selenu í filminum Selena sum Warner Bros. skapaðu.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]