Scibel

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Scibel (eitt orðaspæl við science og bible) er ein bretskur felagskapur ið er sprottin úr arbeiðinum hjá Christians In Science (CiS), men vendir sær meir nágreiniliga til tað yngra ættarliðið. Við slagorðunum, "Hard questions - Real answers", hevur Scibel sum endamál at upplýsa ung um samanspælið ímillum vísind og trúgv, og at vísa á at hesi ikki eru í andsøgn. Týdningurin av hesum arbeiðinum sæst best í tí stuðlinum verkætlanin hevur fingið frá alskins felagskapum so sum frelsunarherinum, Youth With A Mission og Evangelical Alliance.