Schandorff Vang

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Schandorff Vang (føddur 17. apríl 1958) er føroyskur bogaskjútti og altjóða dómari innan somu ítróttargrein.

Altjóða dómari í bogaskjóting[rætta | rætta wikitekst]

Schandorff Vang tók dómaraprógv í 1996, og síðan hevur hann dømt innan bogaskjóting til altjóða kappingar. Hann hevur eitt nú dømt til Olympisku Leikirnir í Bejing í 2008, EM, HM, World Cup og Para lympisku leikirnir. Hann skal eisini døma til OL 2012 í London.[1]

Luttøka og heiðursmerki á Oyggjaleikum[rætta | rætta wikitekst]

Schandorff hevur fleiri ferðir luttikið á Oygjaleikunum fyri Føroyar innan bogaskjóting. Á Oyggjaleikunum á Isle of Wight 2011 luttók hann í 5 kappingum. Hann vann gull í Single FITA Compound Team og silvur í Compound Head to Head Team Knockout.[2] Í 2007 luttók hann í seks greinum innan bogaskjóting á Oyggjaleikunum á Rodos. Hann vann tá gull í Single FITA Compound Team og í Compound Head to Head Team Knockout og silvur í Single FITA Men's Compound.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo, Schandorff Vang til Olympisku Leikirnar
  2. Natwestiowresults2011
  3. Rhodesresults2007.com

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]