Sara Kadefors
Sara Kadefors er fødd 9. juli 1965 og vaksin upp í Gøteborg í Svøríki. Hon er útbúgvin journalistur og býr í Stokkhólmi. Hon starvast burturav sum høvundur. Umframt barna- og ungdómsbøkur hevur hon skrivað handrit til sjónvarpsrøðir og film. Hon hevur fingið fleiri virðislønir fyri sína skriving.
"Sandor/Ida" er ein nútímans ungdómsskaldsøga um Sandor og Idu, ið bæði eru fimtan ára gomul. Tey búgva í hvør sínum býi í Svøríki, men hittast í einum kjattrúmi á alnetinum. Tey skriva saman og gerast sálarvinir. Bæði kenna einsemi og hava ymiskar trupulleikar at dragast við. Foreldur Idu eru fráskild. Pápin býr í USA, er giftur upp aftur og hevur fingið eina dóttur. Ida og mamman búgva í eini íbúð í Stokkhólmi. Mamma Idu líður av tunglyndi og liggur mestu tíðina í songini við andlitinum ímóti bróstinum. Hjalmar P. Petersen týddi bókina úr svenskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2003.