Jump to content

Samvit

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Samvit var stovnur, ið varð stovnaður í 2006, eftir at Ferðaráð Føroya varð lagt saman við Menningarstovuni. Samanlagdi stovnurin gjørdist so grundarlagið undir Samvit, sum hevði til endamáls at vera málrættað móti átøkum, sum fremja og menna íverksetan, Føroyar sum ferðavinnuland, Føroyar sum íløguland og sum heild at styrkja útflutningsførleikan hjá føroyskum fyri­tøkum. Stjóri fyri Samvit var Elin Heinesen. Samvit varð avtikið við lóg í 2008. Í staðin var ferðavinnan flutt frá Vinnumálaráðnum til nýstovnaða Uttanríkisráðið. Í oktober 2011 varð Ferðaráð Føroya endurstovnað og ferðavinnan varð aftur flutt til Vinnumálaráðið.[1]

Høvuðsuppgávurnar hjá Samvit vóru

[rætta | rætta wikitekst]
  • At birta upp undir nýskapan og íverksetan
  • Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri íverksetarar
  • At ráðgeva um íverksetan og gera íverksetaraportal
  • At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í
  • At menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland
  1. Logting.fo, sí viðmerkingarnar til lógaruppskotið.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]