Samtykt 68/262 frá ST aðalfundi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Samtykt 68/262 frá ST aðalfundi varð viðurkent hin 27. mars 2014 sum svar uppá at Russland hertók partar av Krim, og nevndu tað "Økis sjálvræðisrættur hjá Ukraina". Tann ikki-bindandi samtyktin, ið var stuðlað av 100 ST-limalondum, váttaði aðalfundurin sína tilsøgn um sjálvræðisrættin hjá Ukraine yvir økið ið er innanfyri tess altjóða viðurkendu mørk og undirstrikaðu at fólkaatkvøðan í Krim 2014 ikki var gyldug. Ellivu (11) tjóðir atkvøddu móti samtyktini, meðan 58 lótu vera við at atkvøða og uppaftur 24 aðrar tjóðir vóru burturstaddar, tá ið atkvøtt varð.

Samtyktin var løgd fram av Kanada, Kosta Rika, Týsklandi, Litava, Póllandi og Ukraina.[1] Áðrenn samtyktin var viðtikin var ein miseydna roynd hjá Trygdarráðnum hjá Sameindum Tjóðum, ið sjey ferðir kallaði saman til fund fyri at kjakast um kreppuna á Krim, bert fyri at síggja, at Russland nýtti sín sýtingarrætt og niðurlegði veto.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]