Sakaris Emil Joensen
Appearance
(Ávíst frá Sakaris)
Sakaris Emil Joensen (betri kendur sum SAKARIS) er ein føroyskur sangari, tónleikari, tónasmiður og tónleikaframleiðari. Hann fæst mest við elektropopp tónleik. Hann hevur spælt við fleiri ymiskum tónleikabólkum, eitt nú við Boys In A Band,[1] sum vann tónleikakappingina Global Battle of the Bands. Í 2010, gjørdist SAKARIS ein av 24 luttakarum (av nærum 1000 umsøkjarum) sum slapp at luttaka í tí danska talentshow'inum Karrierekanonen, sum varð fyriskipað av P3 radio, Roskilde Festival, KODA og øðrum. Sakaris hevur framleitt tónleik til eitt nú Guðrið Hansdóttir, Heiðrik á Heygum og Frostfelt[2] Sakaris framførdi á Spot Festival í Danmark í 2012.[3]
Sakaris er sonur Martin Joensen.
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Darling, EP - inniheldur 4 sangir: In a Box, Gin & Tonic Mayhem, Waves og I'm Incredibly Depressed[4]
- In a Box (staklag, kom eisini við á Darling EP'ina
- 2012 - I Have Beautiful Eyes, Tutl.[5] Greta Svabo Bech syngur sangin "I have Beautiful Eyes"[6] Ein av sangunum á fløguni er Brace Myself við video frá 2013,[7] sum Heiðrik av Heygum hevur leikstjórnað, Eir Nolsøe hevur framleitt, Rúni Friis Kjær hevur tikið myndir og Hjalmar Holm setti ljósið.)[8]
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2012 - Tilnevndur Planet Awards í bólkinum Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Myspace.com Boys in a Band
- ↑ Sakarismusic.blogspot.dk
- ↑ 2012.spotfestival.dk[deyð leinkja]
- ↑ Last.fm
- ↑ Tutl.com[deyð leinkja] 2012 Sakaris - I Have Beautiful Eyes
- ↑ Beautiful Eyes á Youtube
- ↑ Heinesen.info um video til sangin Brace Myself
- ↑ Brace Myself á Youtube