SOS-Knúkur
Appearance
SOS-Knúkur er bók úr 2004 um flogfarið, sum datt niður á Knúki í Mykinesi 26. september í 1970. 8 fólk doyðu. Vit fylgja ferðafólkunum og manningini, bæði dagarnar undan vanlukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna. Vit fylgja eisini bjargingarfólkum, læknum og avvarandi, eins og skjøl eru fingin til vega, sum ongantíð áður hava verið á prenti. Grækaris Djurhuus Magnussen er rithøvundur.