SDWG
SDWG (stytting fyri Sustainable Development Working Group; Arbeiðsbólkurin fyri burðardygga menning) er arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum. SDWG varð stovnaður á fyrsta ráðharrafundinum í Arktiska Ráðnum, sum var í 1998. Skrivstovan hjá SDWG er í Kanada. Endamálið við SDWG er á burðardyggan hátt at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá íbúgvunum í Arktis. Samstarvið um burðardygga menning í Arktiska Ráðnum er fyrst og fremst bygt upp um einstakar verkætlanir, ið tey ymsu limalondini fremja í samstarvi við minst tvey onnur limalond. Frá fyrstan tíð hevur USA sett seg ímóti at orða eina almenna strategiska ætlan fyri burðardyggari menning í Arktis, m.a. tí at USA framvegis noktar at viðgera burðardygga gagnnýtslu av havsúgdjórum í arktiska samstarvinum. Tískil er uppgávan hjá SDWG framvegis fyrst og fremst at viðgera og eisini góðkenna einstakar verkætlanir og støðulýsingar um ymisk viðurskifti, heldur enn at menna eina felags støðu og rødd viðv. burðardyggari menning í Arktis. Umboð fyri Uttanríkisráðið luttók á fundi í SDWG í mars 2010. Hetta var fyrstu ferð, Føroyar vóru umboðaðar á fundi í SDWG síðan 2007. Danmark luttekur ikki í arbeiðinum í SDWG. Grønland og Føroyar samskipa síni sjónarmið, og Grønland hevur leiðsluna í sendinevndini.
Millum mest umrøddu frágreiðingarnar, sum SDWG hevur samskipað, er Arctic Human Development Report, sum er ein støðulýsing av liviumstøðunum hjá íbúgvunum í arktiska økinum, við atliti at heilsustøðu, mentan, búskap, samfelag, útbúgving, v.m. SDWG setti, við støði í tilmælunum í hesi støðulýsing, verkætlanina ASI (Arctic Social Indicators) í verk. Verkætlanin hevur til endamáls at finna fram til vísitøl, ið kunnu lýsa liviumstøðurnar hjá íbúgvunum í arktiska økinum til dømis í mun til fíggjarstøðu, heilsustøðu og hvørjar møguleikar fólk hava at ávirka teirra egna lív. Ein frágreiðing við tilmælum um, hvørji vísitøl vóru mett at vera best egnaði, varð gjørd í 2009.