Súgdjór
Súgdjór | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||
|
Súgdjór (frøðiheiti - Mammalia) er ein bólkur av djórum, sum er sermerktur við, at kvenndjórini kunnu framleiða mjólk til ungar sínar. Eitt annað eyðkenni er, at súgdjór føða livandi ungar, øvugt egg. Øll súgdjór hava hár ella feld, hava heitt blóð og støðugan kropshita, og ungarnir súgva mjólk frá mammuni. Kvennsúgdjórið gevur bestu javnvágina av fiti og eggjahvíta, so ungarnir búnast skjótt. Menniskjað er bara eitt av umleið 4000 hugtakandi súgdjóra-sløgunum á jørðini. Menniskjað hoyrir upp í súgdjórabólkin, vit nevna primatar. Aðrir primatar eru apur og mannapur, og teimum líkjast vit mest.
Súgdjór hava øll møgulig skap og allar støddir, men tey, ið líkjast mest, verða roknað upp í sama bólk ella hóp. Í hvørjum hópi eru ymiskar slektir ella sløg. Tað eru 21 ymiskir súgdjórabólkar og eini 4000 ymisk sløg. Flestu súgdjór hava lívmóður. Ungarnir búnast í lívmóðurini inni í mammuni. Summi súgdjór verða nevnd pungdýr - hesir ungarnir verða lagdir óbúnir og vaksa í einum húðarfaldi á búkinum á mammuni. Minsti bólkurin er nevdýrini, og tey og mýriigulin eru einastu súgdjór, har ungarnir verða klaktir úr eggi. Størsti súgdjórabólkurin er gnagdýrini, 1702 sløg. Afrikanski fílurin er størsta súgdjór á landi.
Súgdjór eru næstan allastaðni - í ísoyðimørkum, í kuldaøkjum, í turrastu og heitastu oyðimørkum. Flestu eru á landi, onnur halda til í sjógvi. Øll eru væl lagað til umhvørvið, tey liva í. Mong súgdjór halda til niðri í moldini, í holum ella gongum. Her leggja tey ungarnar, og her krógva tey seg. Tey flestu mugu fara úr holuni at finna sær føði ella vatn, men summi, til dømis moldvørpan, eru holubúgvar burturav og koma sjáldan upp úr holuni. Mong súgdjór halda til í áum og áarstreymum, stórum vøtnum og mýrlendum. Men hóast tey eru sum skapt at liva í vatni, so mugu tey tíðum upp at anda. Havsins strendur eru heim hjá mongum súgdjórum. Summi eru ein part av tíðini í sjónum og ein part á landi, tá ið tey leggja og ansa eftir hvølpunum. Onnur eru alla tíðina í sjónum. Hvalir eru einastu súgdjór, sum eru í sjónum burturav.
Summi súgdjór halda saman í bólkum, tí tá er lættari at veiða sær føði og at verja seg. Samanbornir við onnur djór, eru súgdjóraungar longur bundnir at teim vaksnu. Súgdjór eta alt møguligt. Tey eta fyri at fáa orku - á sama hátt sum ein bilur má hava brennievni. Hjá villini súgdjórum ræður um at veiða sær nóg mikið til matna. Øll súgdjór hava evni at verja seg, verða tey álopin. Og tá samanum kemur, so vilja øll sleppa undan at verða etin ella fáa mein. Summi kúvenda og flýggja undan. Onnur ørkymla fíggindan á ymsan hátt. Súgdjór hava sterkan kropp, tí tey eru ryggdjór, hava beinagrind.
Steinrenningar prógva, at súgdjór hava livað á jørðini í eini 200 mió. ár. Mong súgdjór eru í stórum vanda at verða avoydd.