Símun av Skarði
Appearance
Símun av Skarði (3. mai 1872 - 9. oktober 1942) var fólkaháskúlastjóri í Tórshavn. Hann var lærari og stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Setti saman við Rasmusi Rasmussen háskúlan á stovn 1899. Var eisini skald, yrkti m.a. tjóðsangin "Tú alfagra land mítt". Saman við Símun Paula úr Konoy gav hann út fyrsta føroyska barnablaðið, Ungu Føroyar (1907-10 og 1914-15). Símun av Skarði var í nøkur ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.
- Foreldur: Elsa f. Matras av Viðareiði og Johannes Johannesen av Skarði.
- Hjúnafelagi: Sanna Jacobsen úr Tórshavn 1901.
- Børn: Jóhannes av Skarði.
- Valdømi: Norðuroyggjar.
- 1896 Læraraprógv frá Føroya Læraraskúla.
- 1899 - 1942 Lærari á Føroya Fólkaháskúla.
- 1902 - 1903 Føroya Lærarafelag.
- 1906 - 1914 Løgtingsmaður (Sjálvstýrisflokkurin).
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- Tú alfagra land mítt (1. februar 1906)
- Jólasálmar og morgun- og kvøldsálmar. Tórshavn: Fram 1913 (30 s., samman við Jákup Dahl)
- Vár: sjónleikur í fimm pørtum. 2. útgava - Tórshavn: Ungu Føroyar, 1960. (67 s.)
- Streingir, ið tóna; ritstjóri: Turið Sigurðardóttir
- Streingir, ið tóna: Yrkingar. Tórshavn: Forlagið Fannir, 1998. ISBN 99918-49-20-3. (176 s.)
- Streingir, ið tóna II: Søguligar greinir, skaldskapur og søga. Tórshavn, Forlagið Fannir, 1999. ISBN 99918-49-25-4 (257 s.)
- Streingir, ið tóna III: Skald og skaldskapur, mál og upplýsing, mentan .... Tórshavn, Forlagið Fannir, 2000. ISBN 99918-49-27-0 (446 s.)
- Streingir, ið tóna IV: Søgur og ævintýr. Tórshavn, Forlagið Fannir, 2001. ISBN 99918-49-31-9 (274 s.)
- Streingir, ið tóna V: Søgur og ævintýr. Tórshavn, Forlagið Fannir, 2002. ISBN 99918-49-31-9 (102 s.)
- Streingir, ið tóna VI: Vár og Víkingarnir á Hálogalandi. Tórshavn, Forlagið Fannir, 2003. ISBN 99918-49-37-8 (161 s.)
- Streingir, ið tóna VII: Skaldsøgan Strondin bláa eftir Kristmann Guðmundsson. Tórshavn, Forlagið Fannir, 2005. ISBN 99918-49-38-6