Símun Júst Jacobsen
Appearance
Símun Júst Jacobsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 6. sep 1864 í/á Húsar |
Andaðist | 12. mar 1937 í/á Svínoy |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | lærari, politikari, keypmaður |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti |
Símun Júst Jacobsen (føddur 6. september 1864 á Húsum, deyður 12. mars 1937) var ein føroyskur lærari og politikari (Sambandsflokkurin).
Hann tók prógv við Føroya Læraraskúla í 1884, samstundis sum eitt nú Niclas J. Djurhuus. Hann starvaðist sum lærari í Svínoy 1903–1914 og var eisini keypmaður har.[1]
Símun Júst Jacobsen var sóknarstýrisformaður í Svínoy 1910–1926 og varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Norðoyar 1910–1914.[1]