Jump to content

Romm

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Romm.

Romm verður framleitt av sukurrørum. Sukurrørini verða knúst, og síðani verður sevjan tikin frá. Tá henda sevja verður hitað, krystalliserast reint sukur á yvirflatuni, og restin av sevjuni verður myrk og sirupkend. Tá sevjan verður hitað einaferð afturat, verður hon myrkari og meira bittur. Hon verður síðani tynt, ger verður latin útí, og síðani broytist sukri til alkohol. Fyri at økja um alkoholprosentið, skal løgurin destillerast. Hetta verður gjørt í einum serligum anleggi. Alt eftir nær løgurin verður tappaður, ber til at stýra hvussu sterkt rommið skal vera, og hvønn karakter tað skal hava. Sìðani verður nakað av romminum goymt - sum oftast tann parturin, ið skal gerast til myrkt rom. Hetta ger smakkin bleytari og rundari. At enda verður rommið blanda við ymiskum øðrum rommsløgum fyri at fáa júst tann smakkin, sum framleiðarin vil hava. Rávøran í romm er antin sukurrørssevja ella tað, sum verður eftir, tá saftin er kroyst úr, kallað fyri sukurrørsmelass. Romm kann verða framleitt allastaðni í verðini, men hevur sín uppruna í Vesturindia. Tað ljósa og neutrala kemur m.a. frá Puerto Riko og Kuba. Tað myrkara og kraftmiklara kemur m.a. frá Jameika og Haiti. Munurin millum tey ymsu sløgini kemur av, at undir geringini verða koyrd pálmabløð, ananassaft og annað í.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið