Robin Williams

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Robin Williams
Robin Williams 2011a (2).jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. jul 1951 í/á Chicago
Andaðist 11. aug 2014 í/á Tiburon
Deyðsorsøk hanging
Alma mater Juilliard School, Claremont McKenna College, Detroit Country Day School, Redwood High School, College of Marin
Starv stand-up skemtari, sjónvarpsleikari, filmsleikari, sjónleikari, skemtari, filmframleiðari, filmsrithøvundur, audio book narrator, sjónleikari á palli, raddaleikari
Trúgv Episcopal Church
Børn Zelda Williams, Cody Williams, Zachary Williams
Foreldur móðir Laura McLaurin faðir Robert Williams
Mál Enskt mál
Heimasíða http://www.robinwilliams.com
Dátuheiti
ISNI 0000 0001 1879 5962
VIAF 93723961
LCAuth n99250620
IMDB nm0000245
Commons Robin Williams

Robin McLaurin Williams (21. juli 195111. august 2014) var amerikanskur sjónleikari og skemtari. Hann gjørdist kendur, tá hann spældi leiklutin sum ein vera úr rúmdini, ið nevndist Mork í Mork & Mindy (1978-1982). Hann helt fram við lívsleiðini bæði sum stand-up skemtari og sum sjónleikari í biograffilmum. Hann spældi m.a. í viðurkendum filmum sum The World According to Garp (1982), Good Morning, Vietnam (1987), Dead Poets Society (1989), Awakenings (1990), The Fisher King (1991), og Good Will Hunting (1997), eins væl og í spælifilmum sum í filmum sum vóru ein fíggjarlig sukse, eitt nú Popeye (1980), Hook (1991), Aladdin (1992), Mrs. Doubtfire (1993), Jumanji (1995), The Birdcage (1996), Night at the Museum (2006), Happy Feet (2006), og Happy Feet Two (2011). Hann hevði eisini ein leiklut í videofilminum "Don't Worry, Be Happy" eftir Bobby McFerrin.

Tríggjar ferðir varð hann tilnevndur ein Oscar-virðislønina fyri besta mannliga leiklutin. Hann móttók ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklutin fyri sín leiklut í Good Will Hunting. Hann fekk eisini tvær Primetime Emmy Award, fýra Golden Globe-virðislønir, tvær Screen Actors Guild Awards og fimm Grammy Awards.[1][2]

Hin 11. august 2014 var Williams funnin lívleysur í heimi sínum í Paradise Cay í Kalifornia og staðfest varð, at hann varð deyður. Sambært Marin County's coroner's office, var tann mest sannlíka deyðsorsøkin var kvæling. Hann gjørdist 63 ára gamal. Sambært løgregluni bendir alt á, at Robin Williams er deyður fyri egnari hond. Williams hevur fyrr tosað opið um sítt rúsdrekka- og rúsevnamisbrúk.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. nl.newsbank.com
  2. highbeam.com
  3. http://www.vg.no/rampelys/film/robin-williams-1951-2014/jeg-har-innsett-at-alkohol-ikke-er-min-venn/a/23272404/

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið