Robert Peary
Appearance
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/e/e4/RobertPeary.jpg/210px-RobertPeary.jpg)
Robert Edwin Peary (6. mai 1856 - 20. februar 1920) var flotayvirmaður í USA, men gjørdi eisini fleiri pólrannsóknarferðir – við tí fyri eyga at koma á Norðurpólin. Tað lukkaðist honum 6. apríl 1909. Hann sigldi norður í íshavið við rannsóknarskipi sínum Roosevelt, har tað stóð fast í skrúvísi. Síðan helt hann leiðina fram við monnum sínum á hundasletu og skíðum. Eftir heimkomuna varð Peary útnevndur til kontraadmiral í amerikanska herflotanum.