Roald Amundsen
Roald Amundsen | |
---|---|
Fødd(ur) |
Roald Engelbregt Gravning Amundsen 16. juli 1872[1] Borge, Østfold, Noregur |
Horvin |
18. juni 1928 Barentshavið | (aldur 55)
Tjóðskapur | Norskur |
Starv |
Rannsóknarmaður Pólfari Sjófari |
Kend(ur) fyri | Fyrsti maður at røkka Suðurpólin og fyrsti maður at flúgva yvir Norðpólin |
Foreldur |
Jens Amundsen Hanna Sahlqvist |
Virðislønir |
Hubbard Medaljan (1907) Charles P. Daly Medaljan (1912) Vega Medaljan (1913) |
Undirskrift |
Roald Engelbregt Gravning Amundsen (føddur 16. juli 1872 á Tomta[2] í Borge í Østfold, deyður mest sannlíkt hin 18. juni 1928) var ein norskur pólfari og sjófari. Hann er mest kendur fyri at hava leitt ta fyrstu rannsóknarferðina, sum náddi fram til tað jarfrøðiliga Suðurpólin í desember 1911 og fyri at hava funnið Útnyrðingsleiðina í 1903.
Amundsen var samman við starvsfelagi sínum Fridtjof Nansen tær sonnu hetjurnar í Noregi í tíðarskeiðnum stutt eftir, at Noreg blivin sjálvstøðug tjóð í 1905. Hann var tann fyrsti persónurin, ið náddi fram til Suðurpólin og mest sannlíkt eisini til Norðpólin. Hann sigldi sum tann fyrsti, ið fólk vita um, gjøgnum Útnyrðingsleiðina, og var ein av teimum fyrstu, ið brúktu luftskip og flogfar í rannsóknarferðum til póløkini. Roald Amundsen hvarv í juni 1928 tá hann luttók í einari bjargingarroynd eftir rivali hansara Umberto Nobile, mann gongur út frá, at flogfarið ið hann var umborð á, datt niður tætt við Bjarnoynna.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Østfold county, Borge in Borge, Parish register (official) nr. I 6 (1861–1874), Birth and baptism records 1872, page 114.". http://www.arkivverket.no/URN:NBN:no-a1450-kb20060404040371.jpg. Heintað 25 July 2012.
- ↑ "Opplevfredrikstad.com". http://www.opplevfredrikstad.com/doc1.asp?lid=411&lsid=0&lmid=64&lukkdok=411&blokk=020068. Heintað 2013-06-20.