Riboflavin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Riboflavin.

Riboflavin ella vitamin B2 er ein vatnupploysilig vitamin við frymilinum C17H20N4O6.

Riboflavin er ein týðandi partur av coensymunum FAD og FMN og er sostatt alneyðugt fyri evnisskifti av feitti, kolhydratum og proteinum.

Riboflavin verður støðugt úrskilt gjøgnum landið, so mangul sæst lutfalsliga ofta tá ikki nokk fæst gjøgnum føðina. Mangul (ariboflavinosis) kann elva til skrædnaðar og reyðar varrar, sár og bruna í munni, eyman háls, rivur í munnhornunum (angular cheilitis), turra húð og blóðsprongd eygu.