Rex Tillerson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rex Tillerson (f. 23. mars 1952) er ein amerikanskur politikari, fyrrverandi uttanríkisráðharri í USA. Hann er føddur í Wichita Falls, Texas í 1952. Tillerson er útbúgvin sivilverkfrøðingur og byrjaði at arbeiða hjá Exxon í 1975. Í 1989 byrjaði hann at vinna seg fram í fyritøkuni, og í 2006 bleiv hann so bæði nevndarformaður og forstjóri í Exxon. Ein roynd, sum varð stuðlað av m.a. Rockefeller-familjuni, varð gjørd at skilja hesi bæði størvini at, men uppskotið fekk ikki neyðuga meirilutan, og tískil slapp Tillerson at halda fram í báðum sessunum.

Hann er kristin og giftur við Rendu St. Clair, og tey hava fýra børn saman.