Restorffs Bryggjarí

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
5 av teimun 9 ølunum frá Restorff

Restorffs Bryggjarí varð stovnað av Martin Christian Restorff í seinnu helvt av 19. øld í Tórshavn.

Øll bjórmerkini hjá bryggjarínum høvdu ártalið 1849. Hetta vísur tó ikki til stovningarár Restorffs, tí framleiðsla av alkohol var bannað í Føroyum til 1856. Martin Christian byrjaði sum bakaralærlingur hjá Kongaliga Einahandlinum í 1849.

Restorffs Bryggjarí var í ogn hjá Restorff familjuni til 2002, tá tveir handilsmenn úr Havn keyptu partabrøvini. Teir settu bryggjaríið til sølu í januar 2007. Tá eingin keypari vísti áhuga, varð bryggjaríið afturlatið í august 2007. Tað var eitt av av teimum elstu bryggjaríninum í Norðurlondum.

Øl[rætta | rætta wikitekst]

  • Restorffs Gull 5,7% alc. vol.
  • Vargur (2002) 5,7% alc. vol.
  • Tarvur Nýpilsnar (2002) 4,6% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Silvur.
  • Restorffs Pilsnar (2002) 4,6% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Silvur.
  • Mungát (2002): Mungát er tikið úr Seyðabrævinum og er 800 ára gamla føroyska heitið fyri tað ølið sum varð bryggjað á øllum føroyskum bóndagørðum. Mungát merkir ein positiv gáva til sinnið.
  • Jóla Gull 5,7% alc. vol.
  • Jólatrøllið (2002) 5,7% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Jóla Gull.
  • Jóla Øl: Myrk og søtt øl við lágum alkoholi.
  • Ólavsøku Gull 5,7% alc. vol.
  • Silvur, 4,6% alc. vol.: Lætt pilsnar øl.
  • Skarv, 5,7% alc. vol.: Hálv myrkt gull øl.
  • Skansa Øl, 4,6% alc. vol: Hálv myrkt pilsnar øl.
  • Páska Bryggj 5.7% alc. vol.
  • Víkingur: ljóst pilsnar.

Sodavatn[rætta | rætta wikitekst]

  • ASSU, SISU, Club Soda, Apollo HAWAII Dream, Hindber, Kola, Peru, Sport Vatn, Apollinaris.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]