Rebecca Gablé

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Rebecca Gablé, 2009

Rebecca Gablé er listafólkanavnið hjá týska rithøvundanum Ingrid Krane-Müschen (fødd 25. september 1964 í Wickrath/Mönchenbladbach í Týsklandi). Gablé er fyrst og fremst kend fyri sínar riddaraskaldsøgur, ið ganga fyri seg í miðøldini. [1]

Lív[rætta | rætta wikitekst]

Rebecca Gablé varð liðug sum student í 1984 á studentaskúlanum á Gartenstraße í Mönchengladbach-Rheydt í Týsklandi. Eftir studentsprógvið útlærdi hon seg til bankahjálparfólk, har hon eina tíð arbeiddi á eini herstøð hjá Royal Air Force. Har styrktist hennara áhugi fyri enskari mentan.

Í 1991 fór Rebecca Gablé undir hægri lesnað í bókmentafrøði og miðaldarfrøði við enskum og týskum máli sum valfak á Heinrich-Heine fróðskaparsetrinum í Düsseldorf. Á vári 1996 endaði hon sín lesnað við magisterprógvi.

Í fleiri ár leitaði Gablé eftir einum forlagi til hennara fyrstu skaldsøgu Jagdfieber. Bókin varð útgivin í 1995 av forlagnum Bastei Lübbe. Skaldsøgan varð tilnevnd Friedrich-Glauser heiðurslønina fyri krimi.

Beint aftaná fylgdi ein onnur krimiskaldsøga, Die Farben des Chamäleons. Gablé kundi ikki liva av samsýningum, og tí arbeiddi hon sum týðari fyri ymisk forløg.[2]

Handilsliga gjøgnumbrotið kom í 1997 við hennara fyrstu søguligu skaldsøgu Das Lächeln der Fortuna, ið eitt ár eftir útgávuna hevði selt uml. 200.000 eintøk. Aftaná skrivaði hon fyrst tvær aðrar krimiskaldsøgur. Frá 1999 til 2000 tók hon eitt professaraembæti á Heinrich-Heine fróðskaparsetrinum í fornenskum bókmentum. Í ár 2000 kom aftur ein søgulig skaldsøga út, Das zweite Königreich. Síðani hevur Gablé hildið seg til at skriva søguligar skaldsøgur, ið allar hava verið uppi á Bestseller listunum. Umframt framhaldandi røðina um (íspunnu) Waringham ættina, sum hevur tætt knýti til tær ensku valdsharraættirnar í miðøldini og í fyrsta partinum av nýggju tíðini eftir ár 1500, skrivaði Gablé aðrar skaldsøgur, ið eisini ganga fyri seg undir ensku miðøldini.

Gablé gjørdist limur í einum rithøvundabólki fyri týskar krimibókmentir (das “Syndikat”), har hon var talskvinna í trý ár. Harumframt gjørdist hon limur í rithøvundabólkinum Autorenkreis Historischer Roman Quo Vadis. Í 2006 varð hon heiðrað við Sir Walter Scott-heiðurslønini av Historischer Roman Quo Vadis fyri Die Hüter der Rose.

Í 2008 avdúkaði Gablé fagurbókmentaligu fakbókina Von Ratlosen und Löwenherzen, ið viðger søguna hjá ensku miðøldini.

Við síðurnar av bókmentunum og miðaldarsøguni hevur hon fyrst og fremst áhuga fyri tónleiki. Hon spælir klaver og hevur sungið í fleiri ár í einum bólki. Rebecca Gablé og maður hennara búgva í Wickrath og á Mallorka.[3]

Verk[rætta | rætta wikitekst]

Waringham-røðin[rætta | rætta wikitekst]

Krimiskaldsøgur[rætta | rætta wikitekst]

Helmsby-røðin[rætta | rætta wikitekst]

Aðrar søguligar skaldsøgur[rætta | rætta wikitekst]

Lættskiljandi fakbøkur[rætta | rætta wikitekst]

Stuttsøgur[rætta | rætta wikitekst]

Onnur verk[rætta | rætta wikitekst]

Verk týdd til onnur mál[rætta | rætta wikitekst]

  • The Settlers of Catan (enskt)
  • De Colonisten van Catan (hollendskt)
  • I Coloni Di Catan (italskt)
  • El Segundo Reino (spanskt)
  • El Traductor del Rey (spanskt)
  • El Rey de la Ciudad Purpura (spanskt)
  • Druhé Království (kekkiskt)
  • Osadnicyz Catanu (pólskt)
  • Das Lächeln der Fortuna (koreanskt)

Keldulisti[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.histo-couch.de/rebecca-gable.html
  2. Rolf Schmitz: Die Königin des historischen Romans. Í: welt.de. 30. september 2001.
  3. meira á heimasíðuni hjá Gablé.


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið