Jump to content

Ríkisumboðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ríkisumboðið ella Ríkisumboðsmaðurin er sambært heimastýrislógini ovasta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum. Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum er ríkisins evsta umboð í Føroyum og bindiliðið millum heimastýrið og ríkismyndugleikarnar. Ríkisumboðsmaðurin hevur sæti í Løgtinginum og kann luttaka í samráðingum um øll felagsmál – tó uttan atkvøðurætt. Boð skal gevast Ríkisumboðsmanninum um avgerðir, ið tiknar verða í Løgtinginum ella Landsstýrinum og um viðtiknar løgtingslógir og aðrar avgerðir, sum tað føroyska heimastýrið tekur. Ríkisumboðið hevur sæti á Løgtingi og kann luttaka í løgtingskjakinum um felagsmál - tó uttan at hava atkvøðurætt.

Ríkisumboðið viðger nógv lógarmál, herímillum ígildissetur danskar lógir í Føroyum. Eisini viðger Ríkisumboðið sum evsta vald nógv familjumál, sum t. d. skilnað, sundurlesing, ættleiðing, mál um konu- og barnapening, ásetan av persónligari samveru við børn, loyvi um fría rættargongd, góðkenning av hjúnasáttmálum, góðkenning av rættargerðum hjá ómyndigum og fólki undir lógaldur og eisini viðgerð av heimarætti. Ríkisumboðið røktar m.a. uppgávur innan hesi øki:

  • Mál um ættleiðing, sundurlesing, skilnað, samveru, barna- og konupengar, hjúnarsáttmálar v.m.
  • Mál um løggilding av ríkislóggávum, millumtjóðasáttmálum v.m. fyri Føroyar.
  • Mál um frían rættargang í rættarsøkum við dómstólarnar.
  • Góðkenning av rættargerðum hjá ómyndugum og fólki undir lógaldur.
  • Fólkatingsval.
  • Útgáva av árligu frágreiðingini hjá Ríkisumboðnum, og samútgáva av "Færøsk Lovregister".

Eisini er ríkisumboðið føddur limur í nevndini fyri Dansk-Færøsk Kulturfond[1]

Ríkisumboð síðani heimastýrisskipanin kom í gildi

[rætta | rætta wikitekst]

Kelda:[2]

Frá Ríkisumboð Føðingarár – deyðaár
1948 Cai A. Vagn-Hansen 19111990
1954 Niels Elkær-Hansen 19152007
1961 Mogens Wahl 19181986
1972 Leif Groth 19302009
1981 Niels Bentsen 19362017
1988 Bent Klinte 1939
1995 Vibeke Larsen 1944
2001 Birgit Kleis 1956
2005 Søren Christensen 1940
2008 Dan M. Knudsen 1962
2017 Lene M. Johansen 1968

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. STM.DK: "Ríkisumboðið"
  2. STM.DK: "Oversigt over Amtmænd og Rigsombudsmænd på Færøerne siden 1816"

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]


Ríkisumboð í Føroyum
V.A. Vagn-Hansen | N. Elkær-Hansen | M. Wahl | L. Groth | N. Bentsen | B. Klinte | V. Larsen | B. Kleis | S. Christensen | Dan M. Knudsen | Lene Moyell Johansen