Rættarhjálp Føroya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rættarhjálp Føroya hevur verið virkin síðani 1995. Rættarhjálpin veitir hjálp við ávísum løgfrøðiligum spurningum.

Í 2006 fekk Rættarhjálpin 483 fyrispurningar um alt frá hjúnarskilnaði, setanarviðurskiftum, arvi og skifti til fasta ogn. Partur av fyrispurningunum enda í rættarmálum.

Starvsfólk[rætta | rætta wikitekst]

21 løgfrøðingar og ein skrivari eru knýttir at Rættarhjálpini.

Fígging[rætta | rætta wikitekst]

Størsti parturin av arbeiðinum er fíggjað av danska løgmálaráðnum, og ein partur er fíggjaður av Landsstýrinum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]