Pussy Riot

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pussy Riot.

Pussy Riot er ein russiskur feministiskur punkrokkbólkur. Bólkurin byrjaði í 2011. Hesin bólkur hevur fingið sera nógva umrøðu bæði í Russlandi og í nógvum øðrum londum, eftir at tær høvdu eina óalmenna konsert í einum katedrali í Moskva í mars 2012. Tríggjar av limunum í Pussy Riot blivu handtiknar og ákærdar fyri hoolinaismu. Tær hava biðið um umbering fyri at tær kanska hava fornermað trúgvandi fólk í Russlandi, tað var ikki tað sum var meiningin. Tað sum tær vildu var at vísa sína ónøgd við Putin, sum tá førdi valstríð til forsetavalið í Russlandi. Tær eru ímóti honum og hansara meiningum, og tað dylja tær ikki fyri. Tær sungu mótmælissangir móti Vladimir Putin inni í katedralinum, ein sonevnd punkbøn, og nú eru tær ákærdar eftir lógum, sum kunnu geva upp til 7 ára fongsul. Ákærin vil hava at tær skulu fáa trý ára fongsulsrevsing í part.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Politiken.dk, Anklager: Pussy Riot skal tre år i fængsel

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið