Jump to content

Purisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Purisma ella málreinsing er ein hugsjón, sum hevur til endamáls, at ein - í staðin fyri at nýta fremmandorð og lánorð - ger nýggj orð. Purisman er sostatt eitt verjuátak til tess at avmarka fremmanda málsliga ávirkan á málið. Purisma er ein partur av málrøktini, og hon hevur havt stóran týdning viðvíkjandi orðaúrvali til føroyskar orðabøkur. Kanadiski málgranskarin George Thomas vísir í ástøðiliga verki sínum Linguistic purism á, hvussu purisma kann virka ymisliga í málsskipanini, og tað kann lýsa orsøkina til, at orð við fremmandum atskoytum vanliga verða lúkað burtur í góðum skrivligum stíli og í orðabókum. Sambært Thomas ber til at býta purismu ella málreinsing í seks bólkar:

  1. Fonologisk purisma. T.e. tað at byrgja upp fyri fremmandum ljóðum og ljóðsambondum.
  2. Morfologisk purisma. T.e. tað at royna at sleppa undan fremmandum atskoytum og fremmandari bending.
  3. Syntaktisk purisma. T.e. tað at royna at sleppa undan fremmandum orðalag.
  4. Leksikalsk purisma. T.e. at royna at sleppa undan fremmandum orðum, og í staðin gera orð á heimligum botni.
  5. Semantisk purisma. T.e. at royna at sleppa undan beinleiðis tøkutýðingum ella neyðtýðingum.
  6. Ortografisk purisma. T.e. ikki at nýta fremmand tekn, men í staðin fáa orðið at hóska til ljóðmyndina hjá heimamálinum.