Pseudovísindi
Appearance
Eitisvísindi ella pseudovísindi (pseudo- úr grikskum, falskt) eru evni, sum verða førd fram, sum um tey hava grundarlag í vísindaligum arbeiðslagi, men ikki hava tað.[1]
Eyðkenni
[rætta | rætta wikitekst]At pseudovísindi ikki brúkar vísindaligt arbeiðslag kann vísa seg á ymiskan hátt, t.d. við at hava eitt ella fleiri av hesum eyðkennum:
- Veikleikar, trot uppá definitiónir, trot uppá neyvleika, so uppáhald illani kunnu roynast við kanningum.
- Arbeiðið søkir ikki ta frágreiðingina, sum krevur fæstar fortreytir (rakiknívur Ockhams).
- Mótstøða móti at royna uppáhaldini eftir veriligum visindaligum arbeiðshættum.
- Brúka vísindaligt mál misvísandi ella skeivt.
- Selektiv nýtsla av próvtilfari, ov stór vekt á einkulttilburðir.
- Uppáhaldini eru av slíkum slagi, at tey kunnu ikki falsifiserast.
- Øvugt próvførsla (tað, at eitt uppáhald ikki kann mótprógvast, verður tikið sum prógv fyri uppáhaldinum).
- Søkir ikki menning, broyting ella framstig innan økið.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Politikens blå ordbøger: "Nudansk Ordbog", andet bind M-Ø; Politikens Forlag, København 1953; s. 149