Pisa (býur)
Appearance

Pisa er italskur býur við ánna Arno og tætt við Liguriahavið í landspartinum Toscana. Pisa er høvuðsstaðurin í landslutinum Pisa (italskt: Provincia di Pisa). Í 2019 hevði býurin fleiri enn 90 túsund íbúgvar.[1]
Pisa er týðandi handilsbýur og víðagitið ferðamannamál. Eitt tað kendasta ferðamálið hjá útlendskum ferðafólk í Italia er ivaleyst Skeiva tornið í Pisa.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Í miðøldini var Pisa eitt sjálvstøðugt sjófaralýðveldi, líkasum hinir tríggir italsku býirnir, Venesia, Genova og Amalfi. Lærdi háskúlin, Università di Pisa, varð grundlagdur í 1343 og er staðsettur í býnum enn í dag.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Pisa úr erva.
- Dómkirkjan í Pisa
- Skeiva tornið
- Staðarmúrurin
- Býurin sæð frá toppinum av klokkutorninum
- Campo dei Miracoli
- Høvuðsjarnbreytarstøð í Pisa
Kend fólk
[rætta | rætta wikitekst]- Leonardo Fibonacci (um 1170 - aftaná 1240), støddfrøðingur
- Galileo Galilei (1564–1642), heimspekingur, støddfrøðingur, alisfrøðingur og stjørnufrøðingur
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan: comune.pisa.it (á italskum)
- Pisa, wikivoyage.org (á enskum)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Statistiche demografiche ISTAT, istat.it
