Pirates of the Caribbean: At World's End

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
200px-Pirates 3 AWE Poster International.jpg
Land Flag of the United States.svg USA
Mál Enskt
Filmsslag Ævintýrfilmur
Leikstjórn Gore Verbinski
Framleiðari Jerry Bruckheimer
Leikrit Ted Elliott
Terry Rossio
Tónleikur Hans Zimmer
Fíggjarætlan $ 300 mill.
Spælitíð 167 minuttir
Útgávudato 24. mai 2007

Pirates of the Caribbean: At World's End er ein amerikanskur filmur frá 2007. Vit fylgja Will Turner (Orlando Bloom), Elisabeth Swann (Keira Knightley), Barbossa (Geoffrey Rush) og Tia Dalmu (Naomie Harris) á einari ferð til heimsins enda og víðari fyri at bjarga Jack Sparrow (Johnny Depp) frá ríkinum hjá teimum deyðu, og síðani við tað endaliga slagið um sítt pláss í verðini. Filmurin varir í heilar 2 tímar og 48 minuttir.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Hector Barbossa (Geoffrey Rush, f. 6. juli 1951 í Toowoomba, Queensland í Avstralia).

Tað er ein ógvuliga døpur tíð fyri sjónrænaralívið í heiminum, nú tá Lord Cutler Beckett (Tom Hollander) hevur yvirtikið spøkilsisskipið "The Flying Dutchman", eins og hann hevur fingið takið á skiparanum Davy Jones (Bill Nighy). Hann hevur nevniliga hjartað hjá Davy Jones í einari eskju. Við hesum skipi, ið ikki kann vinnast á, herja teir tey sjey høvini, og roynir Beckett at náa máli sínum, ið er at oyða alt sjórænaralív í heiminum.

Elizabeth Swann (Keira Knightley), Will Turner (Orlando Bloom) og Barbossa (Geoffrey Rush) gera so eina ætlan um at samla saman "The Nine Lords of the Brethren Court", so hesi saman kunnu sigra á Beckett og hansara skipi. Av teimum níggju er Jack Sparrow (Johnny Depp) ein. Men hann er fangaður í "Davy Jones' Locker" eftir møtið við "The Kraken" í seinna filminum "Pirates of the Caribbean: Dead Man's Chest". Tí fara Swann, Turner og Barbossa í felag við kinesiska sjórænaranum Sao Feng úr Singapor út á heimsins enda fyri at bjarga Jack Sparrow. Men sjálvt um tey fáa samlað øll níggju saman, verður hetta møguliga ikki nóg mikið til at vinna á Beckett. Tí verða tey noydd at fría gudinnuna Kalypso, ið er fangað í menniskjaligum hami, og harvið eisini sannføra hana um at koma teimum til hjálpar. Men sum svik omaná svik verður framt, vísir tað seg, at øll hava hvør sítt mál, og at eingin er til at líta á.

Leikarar[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]