Jump to content

Phenol

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heitið phenol verður bæði nýtt um eitt ávíst evni og um ein bólk av evnum. Bólkurin phenol eru lívrunnin evni, ið hava ein benzenring við einum hydroxy-bólki (-OH) festum at sær. Evnið phenol er ein phenol uttan síðubólkar á benzenringinum, altso tað einfaldasta phenolið. Phenolir verða nevnd við endingini -phenol. Phenolir hava høg kókipunkt, tí at tey eins og vatn kunnu gera hydrogenbindingar.

Dømi um nøkur phenolir:

Phenol

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið