Petur Martin Rasmussen
Appearance
Petur Martin Rasmussen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1931 |
Starv | náttúruvísindafólk |
Dátuheiti |
Petur Martin Rasmussen (føddur 1931 á Skála er prestur og hevur skrivað um føroyska kirkjusøgu og almenna søgu. Petur Martin var formaður í Føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn 1956-57. Hann var blaðstjóri á »Kirkjutíðindum« 1963-69 og 1974-76. Árini 1961-62 var hann prestur í Norðuroya vestara prestagjaldi, hann var lærari á Føroya Studentaskúla 1962-66, prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi 1965-71, og frá 1971 prestur á Eiði. [1]
Í 1987 gjørdist hann doktari í gudfrøði við teologiska fakultetið við Lunds universitet. Doktararitgerð hansara ber heitið Den færøske sprogrejsning med særligt henblik på kampen om færøsk kirkesprog i national og partipolitisk belysning.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1965 Føroya Søga (saman við Hanusi A. Samuelsen)
- 1978 Tættir úr Føroya Kirkjusøgu
- 1983: Nicolaj Frederik Severin Grundtvig. Serblað, Skúlablaðið.
- 1987: Den færøske sprogrejsning.