Percy Bysshe Shelley
Percy Bysshe Shelley | |
---|---|
Andlitsmálningur av Shelley, eftir Alfred Clint (1819) | |
Fødd(ur) |
Horsham, Sussex, England[1] | 4. august 1792
Andaðist |
8. juli 1822 Gulf of La Spezia, Kongsríki Sardinia (nú Italia) | (aldur 29)
Starv | Skald, leikritahøvundur, essayistur, skaldsøguhøvundur |
Alma mater | University College, Oxford (onki prógv) |
Bókmentarørsla | Romantikkin |
Hjúnafelagi |
Harriet Westbrook (g. 1811–1816; deyða hennara) Mary Shelley (g. 1816–1822; deyða hansara) |
| |
Undirskrift |
Percy Bysshe Shelley (i/ˈpɜrsi ˈbɪʃ ˈʃɛli/;[2] føddur 4. august 1792, deyður 8. juli 1822) var ein av teimum stóru ensku yrkjarunum frá romantikkini, og verður mettur at vera ein av teimum bestu lýrisku yrkjarunum á enskum máli, og ein av teimum ið hevur havt størst ávirkan. Hann var radikalur í sínum yrkingum eins væl og í hansara politisku og sosialu meiningum. Hann gjørdist ikki kendur, meðan hann livdi, men viðurkenningin av yrkingar hansara gjørdist størri og størri við tíðini eftir deyða hansara. Shelley var ein lyklapersónur í einum tøttum ringi av framskygdum skøldum og rithøvundum umframt Lord Byron, Leigh Hunt, Thomas Love Peacock og seinna kona hansara Mary Shelley, ið skrivaði Frankenstein.
Deyði hansara
[rætta | rætta wikitekst]Hin 8. juli 1822, minni enn ein mánað áðrenn tredivu ára føðingardag hansara, druknaði Shelley í einum brádligum stormi í Spezia-flógvanum, á ferð hansara aftur frá Livorno til Lerici í seglbáti hansara, Don Juan. Hann var á veg aftur, eftir at hava uppsett leikin The Liberal saman við Leigh Hunt, ið júst var komin. Navnið Don Juan, eitt kurteisi til Byron, bleiv valt av Edward John Trelawny, ið var ein av limunum av Shelley–Byron Pisan skaranum. Men, sambært vitnisfrágreiðing frá Mary Shelley, broytti Shelley tað til Ariel, og tað irriteraði Byron, ið fekk sín vilja við at fáa orðini "Don Juan" málaði á høvuðsseglið. Seglskipið, ið var ein opin bátur, var bygdur eftir serligari tekning til Shelly, í Genoa. Báturin koppaði ikki men sakk. Mary Shelley skrivaði í hennara "Note on Poems of 1822" (1839) at skapið av bátinum hevði ein feil og at báturin aldri var egnaður til at sigla. Men sannheitin var, at Don Juan var egnaður at sigla, men at hann sakk orsakað av hørðum stormi og vánaligum sjómansskapi av teimum trimum monnunum umborð.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ The Life of Percy Bysshe Shelley, Thomas Medwin (London, 1847), p. 323
- ↑ Bysshe verður úttalað sum um tað varð skrivað sum bish.
- ↑ "The Sinking of the Don Juan" by Donald Prell, Keats–Shelley journal, Vol. LVI, 2007, pp 136–154