Pedro Calderón de la Barca

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Málningur av Pedro Calderón de la Barca, málað hevur Alonso Cano.

Pedro Calderón de la Barca y Barreda González de Henao Ruiz de Blasco y Riaño, eisini kendur sum Pedro Calderón de la Barca (føddur 17. januar 1600, deyður 25. mai 1685) var ein spanskur yrkjari, leikritahøvundur og rithøvundur frá tí sponsku gulløldini. Ávís tíðarskeið í lívi hansara var hann eisini ávikavist hermaður og katólskur prestur. Hann var við til at menna tann spanska gullaldarsjónleikarpallin, ið varð stovnaður av Lope de Vega, og sjónleikir Calderóns verða mettir at vera hæddarpunktið av barokksjónleiki í landinum. Hann verður mettur at vera tann mest týðandi leikritahøvundurin í Spania og hevur eitt týðandi pláss í heimsbókmentunum.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Eckermann, J.P.: "Conversations with Goethe", 1838–1846