Paschalis Terzis
Paschalis Terzis (grikskt mál: Πασχάλης Τερζής) er ein grikskur sangari. Hann varð føddur í Pylaia, sum er ein forstaður til Thessaloniki í økinum Norðurgrikkaland. Sum tannáringur fór hann at syngja saman við vinmonnum sínum. Eftir at hann flutti til Athen at búgva, fór hann at framføra sum backing sangari í vælumtóktum tónleikahøllum við kendum grikskum sangarum frá 1960'árunum, eitt nú Jenny Vanou.
Síðan 1980'árini, hevur Terzis tikið upp fleiri tónleikaútgávur, harav fleiri eru vælumtóktar enn í dag. Hann er enn ein populerur sangari, gevur út nýggjar fløgur, framførir á kendum tónleikastøðum í Athen og Thessaloniki, og luttekur í fleiri talk show'um.
Í 1994, 1995, 1996 samstarvaði hann við kenda sangskrivaran Phoebus.
Veturin 2006–2007, hevði Paschalis Terzis eina tónleikaskrá saman við Elena Paparizou og Nino Ksipolitas á Iera Odos. Dóttir hansara Gianna Terzi er eisini sangari.[1]
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Studio útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Ár | Heitið | Sertifikatión |
---|---|---|
1982 | Leo | — |
1983 | Mila Mou Ston Eniko | — |
1986 | Ethniki Thessalonikis | — |
1991 | Eimai Monos Mou | — |
1991 | Tha Thela Na'Soun Edo | — |
1992 | Mia Afierosi Kardias | |
1993 | Aftoi Pou De Milane | |
1994 | Mesogeios | Gull |
1995 | Afise me mono | Gull |
1996 | Auta einai ta tragoudia mou | Gull |
1997 | Paliokairos | 2x Platin |
1998 | O Dikos Mou O Dromos | Platin |
1999 | De Me Katalaves Pote | Platin |
2001 | Thelo Na Po | Platin |
2004 | Sta Ipogeia Einai I Thea | Gull |
2006 | Einai Kapoies Agapes | Gold[2] |
2007 | I Diafora | Platin[3] |
2008 | Mia Nihta Zoriki | Gull |
2011 | Duo Nuxtes Mono | 4x Platin |
Live útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Ár | Heitið | Viðmerkingar | |||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
2002 | Fotia Stis Nihtes | — |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Staff (May 28, 2008). ""Ταξιδέψτε" με τη Γιάννα Τερζή" (in Greek). MAD TV. http://www.mad.tv/section/news/30621/news/. Heintað January 28, 2010.
- ↑ IFPI Greece
- ↑ "Paschalis Terzis earns Platinum status". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-05-04. https://web.archive.org/web/20080504040238/http://www.lgr.co.uk/music/news/11823/paschalis-terzis-earns-platinum-status/. Heintað 2013-03-24. London Grikskt Útvarp. Retrieved on April 2, 2008