Paranormal Activity

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land USA USA
Mál Enskt
Sjangra Ræðufilmur
Leikstjórn Oren Peli
Framleiðari Steven Schneider
Jason Blum
Leikrit Oren Peli
Spælitíð 86 minuttir
Útgávudato 14. oktober 2007

Paranormal Activity er ein amerikanskur ræðufilmur úr 2007. Filmurin hevur 15 ára aldursmark [1]. Leikstjórnaður av Oren Peli. Tá Paranormal Activity var gjørdur í 2007 gekk ógvuliga illa at finna nakran at útgeva filmin, helst tí at tað ikki var hildið, at man kundi selja ein film sum var gjørdur fyri lítlan og ongan pening [2], og sum var settur saman sum ein røð av heimaupptøkum. Í 2009 eydnaðist tó at finna eitt filmsfelag at geva filmin út, og bleiv hann marknaðarførdur sum vemmuligasti filmur nakrantíð. Hendan marknaðarføring riggaði so mikið væl, at filmurin gjørdist eitt stórt hit, hetta hóast at filmar sum "Blair Witch Project" og "Cloverfield" áður høvdu roynt seg við sermerkta "shaky-cam stílinum".

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Katie Featherston og Micah Sloat (sum tey eita á filmi og í veruleikanum [3]) búgva saman í einum húsum í San Diego í Kalifornia, og summi løgin ting henda um náttina. Micah, sum róliga kann kallast at vera "alpha male typan", keypir sær eitt myndatól og ljóðútgerð, so tey kunnu finna útav hvat tað er sum hendir um náttina. Tey hava varhugan av, at tað kanska er eitt spøkilsi, sum er uppá spæl, men tað skal vísa seg at vera nakað eitt sindur meira diaboliskt.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.vg.no/film/film.php?id=10868
  2. http://www.thewrap.com/movies/article/paranormal-now-most-profitable-film-ever-9335?page=1
  3. http://www.vg.no/film/film.php?id=10868