Pappageyka-vakshattur
Appearance
Pappageyka-vakshattur (frøðiheiti - Hygrocybe psittacina) veksur burtur úr øllum øðrum vakshattum. Tá ið soppurin er fullvaksin ella sólin hevur sæð á hann, bliknar hann og verður gulligur, men ovast á legginum varðveitir hann næstan altíð grøna litin. Bæði hattur og leggur eru kleimutir ella sliputir, so ilt er at fáa rættiliga um hann, ætlar tú at henta hann.