Jump to content

Remigiusz Mróz

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Ove Løgmansbø)

Remigiusz Mróz er ein pólskur rithøvundur, sum undir dulnevninum Ove Løgmansbø hevur skrivað tríggjar krimisøgur, sum ganga fyri seg í Føroyum. Rithøvundurin nýtir sítt listarliga frælsi at seta føroysk nøvn og fyribrigdi saman á ein hátt, sum ikki samsvarar við veruleikan.

Í 2017 varð avdúkað, at tað er pólski rithøvundurin Remigiusz Mróz, sum er maðurin handan dulnevnið Ove Løgmansbø.

  • Prom (2017)
  • Połów (2017)
  • Enklawa (2016)
  • Simonsen, Heri: Forvinnur pening uppá at vankunna um Føroyar. Sosialurin 3. februar 2017, s. 9
  • Simonsen, Heri: "Ove Løgmansbø" heldur seg einki skeivt hava gjørt. Sosialurin 24. februar 2017, s. 23
  • Simonsen, Heri: Upplivingin hjá einum pólskum lesara av "Ova Løgmansbø". Sosialurin 3. mars 2017, s. 26