Otrantostræti
Appearance
Otrantostræti (italskt: Canale d'Otranto) er eitt stræti í Miðjarðarhavi.
Strætið, sum er uml. 70 kilometrar til breiddar og uml. 700-1100 metrar djúpt, liggur millum eysturstrondina í Apulia í Suðuritalia og albansku vesturstrondina.[1] Tað er einasta sjóvegis farleið millum Adriahav og Jónahav (Adriatarhavið og Jóniska havið).
Strætið er uppkallað eftir italska býnum Otranto. Býurin er ytst í landsynningspartinum á italsku hálvoynni.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Strætið á korti tíðliga í 17. øld.
-
Havnarlag í Otranto
-
Hesin vitin stendur á eystasta punkti í Suðuritalia (Capo d'Otranto).
-
Víkin í Vlorë við albansku strondini.
Coordinates: 40°13′10″N 18°55′32″E / 40.21944°N 18.92556°E
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Otranto, Canale d', treccani.it