Orkestur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Orkesturleiðari. Tann, ið stjórnar, vísir orkestinum stevið við handarkeipunum.

Orkestur eru ikki bara hissini ljóðføri, sum savnað eru saman. Neyvt er ætlað, hvussu tey ymsu ljóðførissløgini eru sett saman. Hvør hevur sín lítla ella stóra leiklut, tá ið tónleikur verður spældur. Ongantíð spæla so nógvir tónleikarar saman sum í symfoniorkestri. Í symfoniorkestri eru vanliga 90 tónleikarar. Ljóðførini eru skipað í fýra høvuðsflokkar: Streingjaljóðføri, træblásarar, messingarblásarar og slagtól. Áður vóru orkestrini leysligari skipað. Tá spældu tónleikarar á teimum ljóðførum, teir áttu sjálvir ella høvdu fyri hond. Men tónaskøld í 18. øld vildu hava vissu fyri, at teirra tónleikur varð ikki øðrvísi spældur, enn hann var ætlaður. Tí viðmerktu teir á nótablaðnum tað, sum hvørt ljóðføri sær skuldi spæla. Tíðliga í 20. øld høvdu symfoniorkestrini ment seg til tað, tey nú eru.

Mangir stórbýir í bæði Evropa, Russlandi og USA høvdu - og hava enn - síni egnu symfoniorkestur. Mæt tónaskøld sum Ludwig van Beethoven og Wolfgang Amadeus Mozart skrivaðu mikil orkesturverk, nevnd symfoniir. Symfoniorkestrini eita eftir hesum tónleikinum, men tey spæla eins væl annan klassiskan tónleik og lættari tónleik við. Tann, ið stjórnar orkestrinum, vísir stevið við handarkeipum ella taktstavi, so orkestrið sær, hvussu stevið skal vera. Orkesturleiðarin stjórnar orkestrinum øðrvísi, enn til dømis løgreglan stýrir ferðsluni. Hann setur dám á tónleikin, at hvør framførsla skal vera minnilig. T.d. Arturo Toscanini (1867-1957) dugdi sera væl at gera tónleikin livandi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið