Ole Jacob Jensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ole Jacob Jensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 3. jan 1898 í/á Kvívík
Andaðist 9. apr 1991 í/á Tórshavn
Starv politikari, skipari, reiðari
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti

Ole Jacob Jensen ella Óla Jákup Kristian Jensen (f. 3. januar 1898 í Kvívík d. 9. apríl 1991) var tinglimur og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.

Ole Jacob Jensen var løgtingslimur árini 1943-1945 valdur í Norðurstreymoyar valdømi. í 1957-1958 var hann landsstýrismaður fyri Hákun Djurhuus, ið var vorðin valdur í Fólkatingið.

Hann var útbúgvin skipari, og starvaðist sjómaður, skipari og keypmaður, og sat í nevndini fyri Sjóvinnubankanum árini 1954-73, og í Føroya Skipara- og Navigatørfelag í fleiri ár frá 1931, harav sum formaður í átta ár.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]