Nukleolus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ljósmikrografi av kyknukjarnu og kjarnulikami (nukleolus).

Kyknulikam ella nukleolus (nukleoli í fleirtal) er tað økið í kyknukjanini, har rRNA verður syntetiserað. Nukleoli eru ymisk á stødd og kunnu gerast heilt upp til 1 μm i tvørmáti.

Kyknukjarni[rætta | rætta wikitekst]

Kjarnin liggur vanliga miðskeiðis í kyknuni. Uttan um kjarnan liggur tunn hinna. Í kjarnanum er glær kjarnasevja, sum kromosomini flóta í. Vanliga síggjast kromosomini bara, tá ið kyknan býtir seg sundur. Meðan kyknan býtir seg sundur, verða kromosomini tjúkkir træðrir. Annars eru kromosomini kromatimkorn og klænir træðrir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið