Jump to content

North Rona

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rona
Landafrøði

Vídd 1,09 km²
Vatn 0,0 %

Umsiting
Land Skotland Skotland
Íbúgvalæra
Fólkatal 0 (2014)

Helli á North Rona. Oyggin er 109 hektar til støddar og hægsta punktið (Tobha Rònaigh) er 108 m. høgt.
Gamalt kort av Rona. Rona er ein oyggj, sum er 109 ha. og nakað størri enn Lítla Dímun, sum er 84 ha. Onki fólk býr á Rona, men fólk hava búð har.

Rona (Skotskt gæliskt Rònaigh [rˠɔːnaji]) er ein fjarskotin oyggj í Ytru Hebridunum. Oyggin verður ofta nevnd North Rona fyri ikki at blanda hana saman við South Rona, sum er ein oyggj í Innaru Hebridunum. Rona er tann útlendska oyggin ið liggur nærmast Føroyum, 260 km higani. Rona er ein oyggj, sum er 109 ha (1,09 km2). Rona er nakað størri enn Lítla Dímun, sum er 84 ha (0,84 km2). Í dag býr einki fólk á Rona, men fólk hevur fyrr búð har. Stutt eftir 1685 doyðu seinastu fastbúgvandi 30 fólkini, tí at svarta rottan bar sótt við sær út í oynna. Roynt varð aftur, at seta búgv, men tey seinastu fluttu av aftur oynni umleið 1695, eftir tað hevur bert seyður liva á oynni. Onki fólk hevur búð fast á oynni síðan 1695, tá oyggin avtoftaðist vegna eina bátsvanlukku. Oyggin Rona verður nevnd í 17. ørindi í kvæðinum Norska Løva. Á oynni finst enn keltiska toftin eftir St Ronan's Chapel.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið