Norsk-svensk míl
Ein norsk míl og ein svensk míl eru 10 000 metrar. Eindin varð eisini brúkt í gomlum útgávum av metrisku skipanini sum 1 myriametur, men nú eru tað bert norðmenn, sviar og svensktalandi finnar, sum í týðandi mun brúka eindina. Á enskum verður eindin við hvørt nevnd skandinavisk míl, men danskarar hava ongantíð brúkt hana.
Í Noregi og Svøríki var ein míl upprunaliga 36 000 føtur. Londini høvdu ymisk fótamát, so ein norsk míl var 11 295 m, og ein svensk míl var 10 688 m. Eftir at metrisku mátini vórðu viðtikin (í Noregi við lóg frá 22. mai 1875 við gildi frá 1. juli 1882, og í Svøríki við lóg 22. november 1878 við gildi frá 1. januar 1889), vórðu eindirnar míl broyttar við lóg í 1889 til at vera eksakt 10 000 metrar.
Í Finnlandi varð tilsvarandi eindin peninkulma í 1887 broytt til 10 000 metrar; men finsktalandi finnar brúka ikki ta eindina nógv longur.
Norsk-svenska eindin verður mest brúkt í dagligari talu um strekki, sum eru longri enn 10 kilometrar. Eindin verður ikki brúkt á vegaskeltum; men eindin verður kortini brúkt eitt sindur í almennum viðurskiftum, t.d. í reglugerðurm frá svenska Skatteverket.[1] Eisini er vanligt at uppgeva brennievnisnýtsluna á bilum í litrum pr. míl, sum er sama eind sum desilitrar pr. kilometur.