Jump to content

Norðlýsi (krimiskaldsøga)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Norðlýsi er krimisøga eftir Jógvan Isaksen um tann gravandi blaðmannin Hannis Martinsson. Hon er útgivin í 2009.

Samandráttur

[rætta | rætta wikitekst]

"Norðlýsi" gongur fyri seg seinast í november og fyrst í december beint undan COP15 í Keypmannahavn. Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendrað jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Aftrat drápinum á landsins fremstu kvinnu skal tað stutt eftir vera veðurlagsfundur í Norðurlandahúsinum, undanfundur til ta stóru stevnuna í Keypmannahavn, og her eru væntandi nógv stór altjóða nøvn.

Hannis Martinsson arbeiðir á Blaðnum, ið heldur til í Vágsbotni. Hann fer undir at kanna, um samband er í millum málini, og onkursvegna kemur spurningurin um Føroyar og tey samkyndu upp í leikin.