Jump to content

Norðbergseiði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grímsfjall, stóri kletturin og Kolaratangi, sæð av Norðbergseiðinum.

Norðbergseiði er eitt av tveimum eiðum í Hvalba, tað er tað norðara eiðið. Hvalbingar rópa tað Á Drátti. Fjallið Norðberg er beint norðanfyri Norðbergseiði, tað er haðani at staðarnavnið er komið. Norðberg er eisini ættarnavn í Hvalba. Norðbergseiði er á vestursíðuni á Suðuroynni, beint vestanfyri bygdina, koyrivegur er heilt vestur til eggina og stórt parkeringsøki er har. Veirar vóru settir upp í 2010 fram við eggini, so tað er tryggari at ganga har. Ein stórur klettur datt av berginum, sum er beint sunnanfyri Norðbergseiði, einaferð í 1980'unum, hann liggur har enn. Tað hoyrdist og ristingar føldist heilt heim í bygina, tá hendingin fór fram.

Síging á Norðbergseiði

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2009 byrjaðu nakrir menn úr Hvalba at bjóða elligamla føroyska siðin síging sum ferðavinnumál. Tað gekk væl og í 2010 varð hetta aftur roynt við góðum úrsliti. Fólk kunnu síga niður á sermerktu helluna við stabbagróti og síðan verða hálaði uppaftur.[1] Onkuntíð er bátatúrur við sum ein eyka uppliving.[2]

Holið í helluni á Norðbergseiðinum

[rætta | rætta wikitekst]

Eitt hol er í helluni á Norðbergseiðinum, beint við vegin. Eitt høgt hegn er sett rundan um holið, so eingin er í vanda fyri at detta niður í holið. Til ber at síggja niður í Atlantshavið og niður á helluna við stabbagróti, sum er niðri við sjóvarmálan.

Bukkeval var á Norðbergseiði

[rætta | rætta wikitekst]

Áðrenn føroyingar fingu fasta skipan við at brenna alt burturkast á brennistøð høvdu flestu størri bygdir sítt egna skrellipláss, har burturkast var beint burtur. Hvalbingar brúktu Norðbergseiði til Bukkeval, burturkast var koyrt á bláman vestur av Drátti har eins og tað var gjørt í øðrum bygdum. Hetta er nú strangliga bannað,[3] nú er staðið eitt vakurt stað, har fólk koma fyri at njóta vøkru náttúruna.

  1. "Visitsuduroy.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-06-15. https://web.archive.org/web/20120615154040/http://www.visitsuduroy.fo/index.asp?pID=%7B62EEA1D6-5FAF-4B1B-B1F6-B225B2A9FB93%7D. Heintað 2010-11-29. 
  2. "Kunning.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-08-14. https://web.archive.org/web/20100814034909/http://www.kunning.fo/event.asp?EID=4592. Heintað 2010-11-29. 
  3. "Hvalba.fo, Hugsa um burturkastið". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304221951/http://www.hvalba.fo/pages/posts/hugsa-um-burturkastid22.php?searchresult=1&sstring=Dr%C3%A1tti. Heintað 2010-11-29. 

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]