Jump to content

Nilá

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nilá í Egyptaland

Nilá er longsta á í heiminum og rennur úr Viktoriuvatni í Kenja og norður ígjøgnum Sahara og út í Miðjarðarhav. Hon rennur ígjøgnum Etiopia, Sudan og Egyptaland. Úr ánni fæst drekkivatn, vatn á akurlendið og fiskur. Nilá hevur verið og er ein ógvuliga týdningarmikil flutningsleið í Egyptalandi og Sudan. Harumframt ger vatnið í Nilá, at tað ber til at velta jørðina í tí turra oyðimarkarveðurlagnum. Áin er eisini væl umtókt ímillum ferðafólk. Tey sigla niðan eftir ánni í ferðamannaskipum ella seglbátum, nevndir felucca, at síggja mongu fornminnini í Egyptaland. Ein tann longsta og størsta áin í verðini er Niláin.[1] Norðasti (niðasti) partur av Nilánni rennur gjøgnum oyðimarkarøki, sum er millum tey fjølbygdastu í heiminum. Har reka tey ógvuliga nærtøknan landbúnað. Tað ber til, tí at Niláin hevur við sær føðsluríka móru úr fjøllunum í Uganda og Etiopia, og hendan móran hevur sum frá er liðið gjørt lendið í Egyptalandi væl egnað til akrar og veltur. Men síðan Assuanbyrgingin varð bygd, førir Niláin ikki longur líka nógva móru við sær. Nú taða tey í staðin akrar og veltur við handilstøðum. Um 99 % av fólkinum í Egyptalandi býr í Nildali og á Niloyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið Aswanbyrgingin varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað Nassarvatn eftir forsetanum tá, Gamal Abdel Nasser.

  1. https://snl.no/Nilen
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið