Nia Long

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Nia Long

Nia Talita Long (fødd 30. oktober 1970) er amerikanskur sjónleikari. Hon er mest kend fyri at spæla við í sjónvarpsrøðunum The Fresh Prince of Bel-Air og Third Watch og í filmunum In Too Deep, Boyz n the Hood, Friday, Boiler Room, Soul Food, Love Jones, The Best Man, Big Momma's House og teimum eftirfylgjandi filmunum til teir báðir síðstnevndu. Foreldur hennara eru ættaði úr Trinidad og Grenada. Nia var bert tvey ára gomul tá ið foreldur hennara vóru skild. Fornavn hennara, Nia, er ein av teimum sjey døgunum í Kwanzaa (høgtíð, ið heiðrar afrikansku ættarbondini hjá afrikanskum-amerikanarum), og merkir endamál á Swahili.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið