Neville Chamberlain
Arthur Neville Chamberlain (18. mars 1869 - 9. november 1940). Bretskur konservativur politikkari; forsætisráðharri árini 1937-1940.
Chamberlain er ein av mest umstríddu bretsku politikkarum í 20. øld. Hetta kemst serliga av sonevnda appeasement politikkinum ("eftirlætispolitikkinum"), sum hann førdi mótvegis Adolf Hitler frammanundan seinna heimsbardaga.
Chamberlain varð valdur í bretska parlamenti á valinum í 1918. Hann var heilsumálaráðharri 1923-29 og eitt stutt skifti í 1931 og hann var fíggjarmálaráðharri 1923-24 og 1931-37, tá hann tók við sum forsætisráharri, eftir at Stanley Baldwin hevði lagt frá sær.
Tað, sum Chamberlain fyrst og fremst verður minstur fyri, er München-avtalan, sum hann gjørdi við Hitler í 1938. Avtalan bar í sær, at Hitler slapp at hertaka fyrst Sudeterlandið og seinni alt Tjekkoslovakia uttan uppílegging.
Chamberlain legði frá sær sum forsætisráðharri 10. mai 1940 eftir at Noreg var fallið, og Winston Churchill kom í hansara stað. Chamberlain sat í kríggskabinettinum hjá Churchill, meðan hann hevði heilsuna. Chamberlain doyði av krabbameini eitt hálvt ár eftir, at hann hevði lagt frá sær, sum forsætisráðharri.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]