Jump to content

Mötley Crüe

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mötley Crüe í Vancouver í august 2008.

Mötley Crüe er ein Grammy-útnevndur amerikanskur hard rock bólkur stovnaður í Los Angeles, Kalifornia í 1981.

Bólkurin var stovnaður av bassleikaranum Nikki Sixx, sum tá var limur í heavy metal bólkinum London og trummuspælaranum Tommy Lee. Síðani komu guitarspælarin Mick Mars og sangarin Vince Neil uppí bólkin.

Motley Crue hevur selt yvir 80 mió. eintøk kring allan heim. [1][2] írokna 23,5 mió. í USA [3]

Limirnir í bólkinum eru kendir fyri sín harða og villa lívsstíl; Fleiri av limunum hava verið í fongsul og verið misnýtarar av bæði rúsdrekka og rúsevnum. Nýggjunda útgávan við heitinum Saints of Los Angeles kom út 24. juni í 2008. Í løtuni (2011) skriva teir tónleik til komandi fløguna.

Plátuskrá

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Reuters.com
  2. Huffingtonpost.com
  3. Reuters.com

Útvortis slóðir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið